Ert tú okkara nýggi verkstaðslærlingur?




verkstadslaerlingur

Í sambandi við, at okkara virksemi er økt sera nógv, leita vit eftir einum lærlingi til okkara verkstað. 

 

Vit vænta, at tú ert álítandi og røkin, at tú dugir væl at arbeiða sjálvsstøðugt og samstarva við okkara dugnaliga toymi av biltøkningum og lærlingum.

 

Hjá Bilasøluni er tað umráðandi, at okkara starvsfólk trívast væl og at kundar okkara eru nøgdir. Tí virka vit fyri góðum arbeiðsumhvørvi, og leggja stóran dent á at hava væl útbúgvið fólk í arbeiði, soleiðis at viðskiftafólkið, til eina og hvørja tíð, fær bestu tænastuna.

 

Bilasølan er umboð fyri VW og Audi í Føroyum. Eftir at hava selt dygdarbilar úr Týsklandi í sløk 11 ár, varð avtala gjørd við Mazda, soleiðis at Bilasølan nú er teirra umboð.  Hetta eru spennandi veitarar, ið seta høg krøv til øll okkum, ið arbeiða við teimum, tí er talan um eitt spennandi og avbjóðandi starv.

 

Hevur tú spurningar so ring til Dávur Johansen á tlf. 23 97 00 ella skriva til okkum á Facebook.

 

Starvið verður sett skjótast til ber og lønin er eftir sáttmála.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 25. juni 2018. Send okkum eina umsókn merkt "verkstaðslærlingur" til bilasolan@bilasolan.fo ella send okkum eini boð á Facebook.  

 

Bilasølan

Vegurin langi 43

Postsmoga 3192

FO-110 Tórshavn

In fact, this table has replica watches uk been discontinued before the 1970s, and Rolex did not intend to rolex replica create a new model for Paul Newman or re-engraved fake rolex uk version, nor published the actual number of factory, so the number of hublot replica market circulation, no one can estimate the market price is likely to rise.